Camping

campingEin camping túrur er ein avbera góður máti at ferðast uppá, tá man vil burtur frá resinum og ynskir eina róliga feriu, har tað er ein sjálvur, ið stýrir ferðini. Camping feriur eru eisini sera góðar á tann hátt, at man er tætt við familjuna ella teimum man nú ferðast saman við, og tí er camping eisini vorði alsamt meir vælumtókt millum serstakliga barnafamiljur.

Camping feriur kunnu planleggjast uppá nógvar mátar. Summi dáma væl at fara við bili og hava tjald við, meðan onnur dáma betur at fara við campingvogni. Òansæð, hvussu valt verður at ferðast, so er vert at leggja til merkis, at tað ikki er lógligt at campa allastaðni, og tí skal man halda seg til ávís campingøki, tá yvirnáttað verður.

Gongur campingtúrurin til Danmarkar, kann ein t.d. hyggja inn á danskbilferie.dk fyri at síggja, hvørjir møguleikar eru. Inni á hesi síðu ber eisini til at bíleggja campingpláss aðrastaðni í Evropa.