Ferðast í Føroyum og úti í heimi

ferðastFøroyingar elska, eins og onnur fólkasløg, at ferðast. Hvørt ár ferðast uml. 200.000 fólk um flogvøllin í Vágunum, og hóast tað ikki bara eru føroyingar, so er vist trygt staðfesta, at vit eru glað fyri at sleppa ein túr út í heim av og á.

Alt eftir, hvør tørvurin er í samband við eina ferð, krevst eitt sindur av fyrireiking. Hvar skal man fara? Hvussu leingi skal man vera burtur, hvussu nógv vil man rinda osv.

Tað kann eisini vera torført at finna útav, frá hvørjum man skal keypa sína ferð, tí tað eru so nógv um boðið.

Út í heim gevur ráð um góðar veitarar av ferðum á netinum, so tað skal verða lættari hjá tær at finna ferðina til júst tín.

Harafturat fortelja vit um ymiskar mátar at ferðast uppá, ymisk ferðamál og geva góð ráð um ymisk viðurskifti, ið snúgva seg um ferðir út í heim.